Tað var ein heldur margháttlig støða, sum Dida kom í, tá ið han sæt á beinkinum hjá AC Milan í dysti um vikuskiftið. Ryggurin hjá honum læsti seg, og hann mátti berast av beinkinum og í skiftingarrúmið til viðgerðar.
Sambært venjaranum hjá AC Milan er skaðin so álvarsamur, at Dida er ikki upp á tal at spæla dystin ímóti Arsenal í Champions League í vikuni.
Annar málmaðurin Zeljko Kalac hevur fingið skaða í fingurin, og tí verður tað tann 38 ára gamli Valerio Fiori, sum eftir øllum at døma skal verja málið hjá AC Milan í stórdystinum ímóti Arsenal.










