Málleyst í Trongisvági

Talan var ikki um nakra stóra fótbóltsuppliving ímillum TB og ÍF seinnapartin.

Tríggir dystir verða spældir í 7. umfari í Betrideildini hjá monnum í dag. Tann fyrsti varð spældur í Trongisvági kl.14.00, har TB og ÍF hittust.

Tað var ikki tað nógva av skipaðum spæli, og tað var eisini langt ímillum teir upplagdu møguleikarnar. Tað kundi koppað báðar vegir seint í dystinum, kanska serliga til TB tá ið Mads Raben fekk stóran málmøguleika tríggjar minuttir fyri leiklok, men tað kom einki mál og dysturin endaði 0-0.

Við javnleikinum í dag tvífaldaði TB um stitatalið og er farið frá einum upp á tvey stig. ÍF hevur nú 10 stig og andar grannarnar úr Víkingi í nakkan. Víkingur spælir í Klaksvík í kvøld kl.19.00.


TB - ÍF 0-0 (0-0)

TB: Meinhardt Joensen - Sebastian Kroner, Ndende Adama Guéye, Rasmus Møller, Musah Armah - Nikolei Johannesen (76. Samudeen Musah), Dánjal Godtfred, John Villi Leo, Mads Raben - Rógvi Joensen (84. Einar Thorsteinsson) - Poul Ingason

Gult kort: Musah Armah

ÍF: Milos Budakovic - Sjúrður Pauli Nielsen, Jens Joensen, Jan Ellingsgaard, Andy Olsen - Karl Løkin, Hákun Edmundsson - Dánjal á Lakjuni (67. Bogi Løkin), Ari Ellingsgaard (73. Gundur E. Petersen), Filip Djordjevic - Uros Stojanov

Gul kort: Dánjal á Lakjuni, Andy Olsen, Karl Løkin, Jens Joensen