Málleyst á Sandi og Toftum

B71 stríðist fyri at sleppa burtur av niðurflytingarplássi. Í dag vitjar Víkingur á Sandi. B71 legði bragdliga fyri, og onkra ferðina hevur leikað hart á frammanfyri Geza Turi í Víkinga málinum.

Eftir hálvan tíma er støðan framvegis málleysur javnleikur.

Á Toftum vitjar ÍF, sum roynir at renna undan niðurflytingarhóttanini. Higartil hevur tað eydnast at halda tørn. Støðan er málleysur javnleikur, og fuglfirðingar hava havt besta møguleikan, tá ið Nenad Saric var einsamallur við Vlada Filipovic, sum bjargaði við beininum.

Eftir fyrsta hálva tíman er einasta broytingin í botnstríðnum, at KÍ er verri fyri, enn liðini vóru við dystarbyrjan. Men framvegis er tað soleiðis, at tað er B71, sum liggur til at flyta niður saman við Skála.