Málleyst í Onglandi

-

 



Hull City, sum enn eigur fyrsta tapið í ensku triðju deild til góðar hetta kappingarárið, leikti málleysan javnleik móti Macclesfield um vikuskiftið.

Á heimasíðuni hjá Hull City verður sagt, at Julian og liðfelagarnir høvdu bóltin nógv tað mesta av tíðini, men at tað kortini gekk sera striltið við at skapa nakrar veruligar málmøguleikar.

Hull er í løtuni á sjeynda plássinum í deildini, men teir hava leikt ein dyst færri enn flestu av hinum liðunum. Gevur hesin ein sigur, vinnur liðið seg upp á næst fremsta plássið.