SUPERLIGAN
Málini eru mest týðandi parturin av undirhaldinum í fótbólti, er ofta at hoyra. Sjálvandi er tað rætt, at málini eru krúnan á fótbóltsndirhaldinum. Men at tað væl ber til at vera vitni til gott fótbóltsundirhald, sjálvt um málini ikki eru har, var sunnudagin eitt gott dømi um í superliguni.
21.025 áskoðarar vóru í Brøndby seinnapartin sunnudagin. Toppdysturin millum Brøndby og AaB endaði málleysur, men tað var sera lívligt og undirhaldandi.
AaB var omaná í 1. hálvleiki, og eftir steðgin var heimaliðið omaná. Fleiri upplagdir málmøguleikar vóru. Tann størsta fekk toppskjúttin hjá AaB, Indrek Zelinski. Hann var púra blankur fyri málinum, tá flatt innlegg kom úr høgru. Men ólukkutíð fyri toppskjúttan og AaB, so rakti hann bóltin so mikið skeivt, at bólturin úr fýra metrum og púra opnum máli fór omanfyri tvørtræið.
Eingin Todi
FCK var í Silkeborg. Todi Jónsson og Heine Fernandez restaðu, tí teir framvegis eru skaddir. Tað er ivasamt, um tað fer at eydnast álopsmonnunum at verða tøkir, tá FCK hóskvøldið á heimavølli fer at spæla í UEFA Cup ímóti Ajax úr Amsterdam.
Í Silkeborg stóð nógv á hjá FCK. Teir spældu við tíggju monnum í ein tíma. Thomas Røll, sum í summar kom frá Silkeborg, varð rikin av vøllinum fyri býttisliga hevnisøku. Kortini eydnaðist tað FCK at fáa øll stigini. Teir vunnu 1?0, og tað var Zuma, sum í 73. minutti skoraði málið. Talan var um hornaspark, sum varð snittað til handara stólpan.
FCK arnir vóru hepnir at fáa øll stigini. Ikki tí teir ikki spældu eins væl og betri enn Silkeborg, men tí teir hóast alt vóru tíggju á vøllinum størsta partin av tíðini. Tíggju minuttir eftir at Thomas Røll varð rikin av vøllinum átti FCK málverjin, Magnus Kihlstedt, at sæð reytt. Hann rendi inn í mótstøðumenn, sum var leysur uttanfyri brotsteigin, men dómarin metti, at talan var ikki um meiri enn brot, sum skuldi sektast við gula kortinum.
Lyngby farið í fisk
Higartil hevur tað eydnast Lyngby venjaranum og spælarunum at spæla væl og stríðast, sjálvt um tað stendur sera illa til fíggjarliga. Felagið er um at fara av knóranum, og tað er óvist, hvar heimavøllurin hjá Lyngby skal vera í framtíðini.
Men hesa ferð gekk illa. FCM fór til hús við øllum. Eftir lítlum hálvum tíma hevði Morten Skoubo skorað trý mál, og FCM vann 4?1.
AGF spældi ikki so galið, men tað var um reppið, at teir taptu á heimavølli ímóti AB. Fimm minuttir undan leikloki eydnaðist tað AGF at javna til 1?1.
I gjárkvøldið skuldu Viborg og Vejle spæla síðsta dystin í hesum umfarinum.










