Superliga
Fleiri enn sjey túsund áskoðarar vóru mánakvøldið í Lyngby og sóu dystin ímóti FCK. Einki mál kom, og harvið varðveittu bæði liðini sína støðu á fjórða og fimta plássinum.
Í 1. hálvleiki var tað heilt sjónskt, at báðir partar løgdu mestu orkuna í at halda tætt. Tað var so at siga spælt við reim og seðlum. Verjurnar vóru ógvuliga væl skipaðar, og tað var bara í hendinga førum, at tað luktaði av málmøguleikum.
Eftir steðgin var ferðin størri. Lyngby hevði bara ein møguleika, sum tryggi FCK málverjin, Thomas Myhre, tók sær av. FCK hevði einar tríggjar møguleikar. Heine Fernandez var púra leysur, tá hann ikki kundi gera av, um hann skuldi royna ímóti málinum, ella um hann skuldi leggja upp á tvørs. Í síðsta minuttinum var Thomas Thorninger í góðari støðu á brotssparks blettinum, men fluktskotið hjá honum rakti á trygga Lyngby málverjan.
Millum áskoðararnar sóust Ståle Solbakken og Todi Jónsson. Einki er at ivast í, at FCK kundi havt fingið størri úrtøku, um teir vóru við. Sibusiso Zuma var av hyggjarunum hjá TV3+ kosin besti maður á vølli. Hann stríddist nógv í álopinum og vísti stórt hegni, men samanspælið við Heine Fernandez gekk ikki væl. Heine er ikki samanspælari, men heldur tað slagið av spælara, sum er sera fokuseraður móti málinum.
Síðstu løtuna avloysti Patrick Simpson Fernandez. Men høgi og myrki sviin tóktist ikki vera serliga væl fyri. Thomas Thorninger var ytstur á miðvøllinum í vinstru. Hann luttók í samanspælinum, men hann megnaði ongantíð at bróta ígjøgnum og leggja innfyri. Tað var bara tá vongverjin, Niclas Jensen, var við, at tað komu innlegg úr vinstra borði. Ivaleyst halda teir í FCK við okkum, tá vit siga, at tað
hevur nógv at siga fyri teir, at Todi Jónsson skjótt verður klárur aftur. Tvey pláss standa víðopin og bíða eftir honum!
FCK venjarin, Roy Hodgson, var ikki misnøgdur eftir dystin. Hann helt, at tð ikki var so galið at hava fingið eitt stig á útivølli ímóti einum av hinum oddaliðnum, men hann ásannaði samstundis, at teir í FCK áttu í 2. hálvleiki at havt skorað sigursmálið.
Tað verður spælt aftur í superliguni í morgin. Tá fær FCK vitjan av AaB, Herfølge fær vitjan av Viborg, og OB fær vitjan av Brøndby. Hinir dystirnir eru AGF?AB, FCM?Silkeborg og Lyngby?Haderslev.
Í næstbestu deildini skulu Hvidovre og óli Johannesen spæla á heimavølli ímóti B93, og liðið hjá Atla Gregersen, Randers Freja, fær vitjan av Skive.










