Málleyst í Luxembourg

Fríggjakvøldið spældi føroyska A-landsliðið venjingardyst ímóti Luxembourg og endaði dysturin við málleysum javnleiki í nógva hitanum á Stade Alphonse Theis í Luxembourg. Hetta er annar dysturin á ferðini hjá landsliðnum og staðfestast kann, at einki mál kom ígjøgnum teir 170 minuttirnar, ið spælt var tilsamans

– Føroyingar byrja dystin væl og royna at leypa á, men teir skapa ongar vandamiklar møguleikar. Eftir eitt korter tók Luxembourg yvir, men heldur ikki teir megnaðu at skapa nakað serligt. Tað vóru bara tveir vandamiklir møguleikar í øllum dystinum. Í fyrra hálvleiki bjarga føroyingarnir á strikuni og í seinna hálvleiki bjargaði Gunnar Nielsen væl. Annars var dysturin einki at skriva heim um, sigur Ivan Eginsson, ið var á áskoðararplássinum til dystin.

Dysturin var leiktur á leikvøllinum Stade Alphonse Theis í býnum Hesperange, sum er ein forstaður til Luxembourg. Tað er pláss fyri umleið 3000 áskoðarum.

– Leikvøllurin er serstakur og minnir faktist eitt sindur Savngasgarð, við tað at hann liggur á einum fjalli. Tað vóru umleið 700 áskoðarar til dystin, men hóast umstøðurnar greitt bendu á, at hetta var ein venjingardystur, so góvu liðini alt hvat tey áttu, sigur Ivan Eginsson.

Føroyski landsliðsvenjarin, Brian Kerr, hevði valt at byrja við Christian R. Mouritssen á álopskenda miðvøllinum og eisini Rógvi Poulsen fekk høvi at royna seg frá byrjan.

– Sum so stóð ongin føroyingur sterkari í myndini enn nakar annar, men bæði Christian R. Mouritssen og Rógvi Poulsen vóru millum teir betru, sigur Ivan Eginsson.

Hetta er fyrstu ferð, at Christian R. Mouritssen byrjar inni á føroyska landsliðnum.

- Eg haldi ikki, at Luxembourg er eitt betri lið enn Føroyar og hevði dysturin verið spældur í Føroyum, so trúgvi eg at Føroyar høvdu vunnu. Nógvi hitin gjørdi tað torført hjá føroysku leikarunum og orkan var um at vera uppi hjá onkrum av teimum í seinna hálvleiki, sigur Ivan Eginsson.

Fyrsta føroyska uppgávan í undakappingini til EM12 verður longu 11. august ímóti Estlandi á útivølli.

Gunnar Nielsen - Jónas T. Næs, Atli Gregersen, Jóhan T. Davidsen og Einar T. Hansen - Christian L. Holst(Christian Høgni Jacobsen 79.min), Súni Olsen, Fróði Benjaminsen (L) og Rógvi Poulsen(Bogi Løkin 68.min) - Christian R. Mouritsen(Jóan Símun Edmindsson 74.min) - Símun Samuelsen.
Á bonkinum uttan at koma inn: Tórður Thomsen, Egil á Bø, Viljormur Davidsen, Atli Danielsen, Pól Jóhannus Justinussen og Jann Ingi Petersen.