Keflavík við Símun Samuelsen á liðnum spældi í gjárkvøldið dyst í bestu íslendsku fótbóltsdeildlini. Dysturin var spældur á Laugardalsvøllinum, og hann endaði 0-0. Keflavík hevur 8 stig fyri 8 dystir í kappingini higartil, og liðið liggur sum nummar 7 av 10 liðum. Keflavík vann um vikuskiftið dyst í Intertoto kappingini á heimavølli, og nú gongur leiðin til Írlands, har seinni dysturin verður spældur um vikuskiftið. Rógvi Jacobsen, sum spælir fyri KR, skal í kvøld royna seg í dysti ímóti Grindavík.









