Málleyst hjá Claus

Einki mál kom í dystinum hjá Blackpool í næstbestu ensku fótbóltsdeildini um vikuskiftið

Blackpool spældi á heimavølli ímóti Preston, og liðini fingu eitt stig í part burtur úr dystinum. Claus Bech Jørgensen var á liðnum hjá Blackpool allar 90 minuttirnar. Blackpool liggur sum nummar 15 av 24 liðum í Championship. Sjey dystir eru eftir at spæla.