Málleyst higartil

Tvær ferðir í ár hava TB og B36 spælt málleysan javnleik. Hesa ferð tykist hvørgin parturin at hava ráð til slíkan


Upptakt


Í B36 iðra tey seg helst um, at liðið tvær ferðir hevur mist tvey stig í dystum móti botnliðnum av Tvøroyri. Stigamissir, sum tað ikki av álvara eru ráð til, um talan skal verða um eina tilveru heilt ovast á stigatalvuni.
                      Hinvegin munnu tey á Tvøroyri í øllum førum iðra seg um fyrra dystin, har einans stórspæl frá landsliðsmálverjanum hjá B36 forðaði TB at taka øll stigini.
                      Og hesaferð er lítið at ivast í, at hvørgin parturin er serliga áhugaður í einum javnleiki. TB skal skjótt til at savna sær nakrar sigrar, um tey ætla sær at flyta av botnsessinum, sum liðið nú hevur verið á í nøkur umfør, og við bara seks dystum eftir, er kjaftbandið um posan av álvara við at kennast stramt.
                      Og til uppgávuna hava teir í øllum førum alt fólkið tókt. Eisini Predrag Zivkovic, sum var leikbannaður, tá TB í sannari málveitslu spældi 4-4 móti NSÍ seinast.
                      Hjá B36 er miðvøllurin nakað skerdur, nú Mikkjal Thomassen er leikbannaður. Tað kann tó roknast við, at Fróði Benjaminsen verður fluttur úr miðverjuni og eitt stig niðan, og at Herbert í Lon, sum nú aftur er tøkur eftir skaða, tekur sess í miðverjuni.