Hóast Barcelona var lítil favorittur, og hóast teir gjøgnum allan dystin høvdu stórt trýst á Chelsea, so kom einki mál í dysintum á Camp Nou í kvøld.
Barcelona kom ígjøgnum dystin fram til fleiri vandastøður, og einstakir stórir møguleikar vóru eisini. Men tann størsta av hesum fekk Didier Drogba hjá Chelsea tó seint í fyrra hálvleiki, tá hann gjørdist púra leysur eftir verjukiks.
Heldur ikki tann royndin gav mál, og í hinum endanum stóð Petr Cech móti endanum sum ein livandi múrur.









