Málleyst

Hull City hevur ikki skotið mál í trimum dystum á rað, men hesa ferð eydnaðist um ikki annað at forða mótstøðumonnunum í at skora

Ongland

Síðani jólasteðgin hevur fótbóltstilveran verið alt annað enn hugalig hjá Julian og teimum í Hull City. Eitt trygt pláss ímillum liðini, sum skulu spæla play-off, er broytt til heldur skuffandi 9. pláss, og seinastu tveir dystirnar hevur liðið ikki so frægt sum skotið eitt mál.
Tað gjørdu teir heldur ikki, tá teir leygardagin leiktu móti Leyton Orient, sum er í niðaru hálvu av stigatalvuni. Hinvegin megnaðu teir at halda málið reint, og tað er so í øllum førum nakað, sum hevur frøtt heimaáskoðararnar.
Á heimasíðu felagsins verður sostatt skrivað, at nógv bendir á, at dysturin móti Orient kann gerast eitt slag av vend fyri liðið. At leikararnir nú veruliga stríddust í felag, heldur enn at fara í sjálvdrátti, og so er bert eftir at fáa hin partin av spælinum at rigga.
Hóast venjaraskiftið, so er Julian framvegis fastur fúsur á liðnum hjá Hull, og eins og vanligt spældi hann samfullar 90 minuttir á miðvøllinum hesaferð.