Meðan Mærsk McKinney Møller er í Føroyum fer hann at hitta fyrrverandi yvirmenn í Mærsk flotanum.
Tað verður við ein døgurða eitt av kvøldunum, nú McKinney vitjar í Føroyum.
Ein teirra, sum í mong ár sigldi sum skipari við Mærsk skipum, er Eigil Hansen úr Havn. Og hann er eisini ein av teimum 19 pensioneraðu yvirmonnunum, sum nú sleppur til borðs hjá »Bossinum«.
Eigil Hansen sigur, at hann varð líka ovfarin, sum øll onnur, tá hann frætti, at Mærsk McKinney Møller skuldi koma til Føroya at vitja.
Sjálvur hevur Eigil Hansen hitt McKinney Møller. Og Eigil hevur eisini spurt Hr. Møller, um hann ikki kundi hugsað sær at komið ein túr til Føroya.
»Tá hugsaði eg um, at hann kundi komið til Føroya við stuttleikaskipi sínum. Tað kundi verið áhugavert,« heldur Eigil Hansen.
Men Mærsk McKinney Møller segði honum, at hann hevði einaferð verið runt Bretland við skipinum. Og har rak so hart í Pentland Firth, at hann fekk nokk av tí. Tá so onkur segði honum, at í Føroyum var tað verri, hevði hann ongan hug at koma hendanvegin, greiðir Eigil Hansen frá.
Eigil Hansen sigur, at sær vitandi er einki fyrireikað av nøkrum slagi teirra millum, sum hava eitthvørt samband við Mærsk reiðaríið, nú stjórin kemur hendanvegin.
Og hvørjar ætlanir, um nakrar ávísar eru, Mærsk hevur, dugir Eigil Hansen ikki at meta um.
Men hann heldur tað tó vera áhugavert, at Mærsk McKinney Møller júst skal hitta býráðsformannin á Tvøroyri.
»Har man okkurt við oljuhavn búgva undir,²« gitir hann, eins og so nógv onnur undan honum hava gitt.
Men Eigil Hansen heldur ikki, at tað fer at nerva siglingina hjá Strandferðsluni nakað sum helst, um Mærsk ger eina oljuhavn á Trongisvágsfirði.
»Allastaðni, har Mærsk er við síni oljuvinnu, hava teir bygt sínar egnu havnir. Og verður brúk fyri tí, ger teir helst eisini eina á Trongisvágsfirði,« sigur Eigil Hansen. »Ella, um teir vilja hava Drelnes, gera teir eina nýggja ferjulegu til Smyril,« heldur hann.
Mærsk McKinney Møller kemur til Føroya við flogfari í dag. Á ferðini skal hann eisini vitja Føroya Sjómansskúla og Maskinskúlan, haðani nógvir yvirmenn í Mærsk flotanum eru klaktir.










