Mælir til somu fiskidagar

Í mun til Havstovuna, sum mælir til stórar skerjingar í fiskidøgunum, mælir Fiskidaganevndin til sama dagatal komandi fiskiár

Fiskidaganevndin hevur latið landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Høgna Hoydal, sínar metingar um støðuna í botnfiskastovninum og tilmæli um fiskidagar komandi fiskiárið.

Sum vant, er Fiskidaganevndin ikki samd við Havstovuna um, hvussu fiskiskapurin skal skipast komandi fiskiárið, sum er frá 1. september í ár til og við 31. august næsta ár.

Í mun til Havstovuna, sum í sínum lagi mælir til at taka burtur óbrúktar fiskidagar og skerja talið á døgum annars við 50 prosentum, mælir Fiskidaganevndin til, at talið á fiskidøgum verður óbroytt komandi fiskiár.

Trýst á pílin fyri at hoyra samrøðu við Dennis Holm, sum er formaður í Fiskidaganevndini.