Skotski fiskimálaráðharrin, Richard Lochhead, vil nú hava ein altjóða semingsmann at royna semju í makreltrætuni millum Føroyar og Ísland øðrumegin og Noreg og ES hinumegin. Tað skrivar tíðindasíðan Scotsman.
Scotsman skrivar, at fiskimálaráðharrin vil hava ES at seta revsitiltøk í verk ímóti Føroyum og Íslandi, men at hann er eisini til reiðar at royna aðrar leiðir fyri at fáa enda á trætuni um makrelin.
-Ein altjóða semingsmaður kundi viðvirka til, at semja fekst, og eg mæli fiskimálaráðharrunum í hinum londunum til at umhugsa uppskotið í álvara. Sjálvur fari eg at spyrja fiskivinnukommiserin hjá ES, Mariu Damanaki, hvat hon heldur um uppskotið um ein semingsmann, sigur Richard Lockhead.










