Nú má vera vell. Leiðslan í SEV má leggja frá sær.
So bersøgin er Klæmint Olsen, umboðsnevndarlimur í SEV.
Umboðsnevndin, sum er hægsti myndugleiki í SEV, hevur fund fríggjadagin. Og tá fer Klæmint Olsen at mæla til, at umboðsnevndin samtykkir eitt misálit á bæði Klæmint Weihe, stjóra í SEV, og stýrið fyri SEV.
Orsøkin er, sigur hann, at leiðslan í SEV er um at fáa seinna gula kortið, eftir stuttari tíð. Tað fyrra kom, tá stjórin í SEV var ógegnigur í málinum um Vágatunlinum. Ta samtykti umboðsnevndin, at stjórin skuldi ígjøgnum eina tænastuliga hoyrint.
Nú er aftur galið í sambandi við sáttmálarnar, sum SEV hevur gjørt við maskinmeistararnar. Klæmint Olsen vísir á, at stjórin og stýrisformaðurin hava fingið at vita frá landsstýrismanninum, at hann ikki fór at góðkenna sáttmálan, og kortini undirskrivaðu teir hann. Ivasamt er eisini, um stýrið er nóg væl kunnað.
Hetta er enn eitt dømi um, at leiðslan í SEV handfer eitt mál jánkasliga, sigur Klæmint Olsen.
? Eg ivist ikki í, at tað eru hampafólk, ið sita í leiðslu SEV?s. Hinvegin ber ikki til hjá umboðsnevndini bara at lata standa til. Vit hava eina ábyrgd mótvegis Føroya fólki. Við hesum fari eg tí at mæla til, at umboðsnevndin á fundinum fríggjadagin samtykkir eitt misálit á stýri og stjóra, sigur Klæmint Olsen.