- Heldur enn at skriva kunningarskriv, átti og eigur Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) at brúka alla orku til at fáa ein enda á arbeiðsósemjuni á dagstovnaøkinum.
Tað heldur Fakfelagssamstarvið, sum fyri løtu síðan sendi út tíðindaskriv.
- At samanbera serkrøvini hjá feløgunum í Fakfelagssamstarvinum gevur onga meining. Bert tvey av feløgunum hava sáttmála við KAF, umframt at stórur munur er á sáttmálaøkjunum hjá feløgunum.
Fakfelagssamstarvið vísir á, at tað, at Føroya Pedagogfelag var fyri vanbýti í semingini, svitast ikki.
- Tað er ein av høvuðsorsøkunum til støðuna í dag.
Fakfelagssamstarvið heldur tað vera óskiljandi, at KAF brúkar úttalilsir frá øðrum enn nevndini í Føroya Pedagogfelag í kunningarskrivi.
- Hetta er at flyta fokus og grugga málið enn meira.
Fakfelagssamstarvið mælir staðiliga KAF og formanninum í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum til at loysa ósemjuna alt fyri eitt.










