Amerikanski senatorurin og fyrrverandi forsetavalevnið John McCain mælir nú til loftálop á Sýrialand fyri at verja sivilfólkið ímóti ágangi.
Í einari røðu í dag segði hann, at loftálopið skal geva uppreistrarmonnunum møguleikar at skipa tað politiska og hernaðarliga virksemið ímóti Bashar a-Assad, forseta.
Tað er kortini einki, sum bendir á, at Barack Obama, sum vann á John McCain á forsetavalinum í 2008, fer at gera eftir ráðunum. Amerikanska stjórnin hevur tvørturímóti víst aftur tankanum at brúka hermegi í Sýrialandi. Ístaðin fyri hevur USA roynt at fáa ein geira millim Libanon og Sýrialand, so tað skal bera til at fáa neyðhjálp fram tann vegin.