Mælir til Føroyar sum fyrimynd

Stórur smittuvandi er í barlastvatni, sum verður ført millum lond og heimspartar. Tí eiga vit at hava strangari reglur fyri barlastvatni.

Tað sigur stjórin í Sølvtrans, sum rekur umleið fimtan brunnbátar í Noregi.

Eitt lógaruppskot hevur verið til hoyring her heima í Føroyum, sum gevur landsstýrismanninum heimild til at seta í verk strangari reglur fyri barlastvatni.

- Hetta lógaruppskot vekir nú ans í Noregi, sigur Vinnuhúsið í dag.

Roger Halsebakk, stjóri í Sølvtrans, sigur við Intrafish, at Noreg eigur at seta munandi strangari reglur fyri handfaring av barlastvatni.

- Her eiga vit at hyggja eftir, hvat Føroyar arbeiða við. Tað er ein møguligur smittuvandi í barlastvatni, serliga tá tað verður flutt millum lond. Hetta hava vit ikki givið nóg stóran ans higartil, sigur stjórin.

Hann vísir á lógaruppskotið, sum hevur verið til hoyring í Føroyum. Uppskotið gevur landsstýrismanninum heimild til at gera í verk reglur viðvíkjandi barlastvatni fyri at forða fyri, at smittandi sjúkur koma til Føroya.

- Hetta er serliga viðkomandi hjá føroyskari alivinnu, ið hevur eina sera góða sjúkustøðu í mun til grannalondini, sigur Vinnuhúsið.

Roger Halsebakk sigur, at Føroyar eru á rættari leið, og tað er altíð betri at vera fyrivarin, heldur hann.

- IMO sáttmálin um barlastvatn skal væntandi setast í verk í øllum í limalondunum innan tvey ár, og tá verða strangari krøv sett til handfaring av barlastvatni, men vit eiga at handla skjótari enn IMO, heldur stjórin í Sølvtrans.