Fíggjarnevnd løgtingsins skrivaði í farnu viku undir álit í málinum um at hækka útreiðslukarmin fyri umvælingar og umbyggingar av Landssjúkrahúsinum.
Meirilutin í fíggjarnevndini vísir á, at 63 miljónir krónur eru settar av til prísvøkstur í samband við byggingina, og at verkætlanin eigur at gera ein avtalu við arbeiðstakaran um ein fastan prísvøkstur.
- Í útvarpinum í vikuskiftinum skoytti fíggjarnevndarformaðurin uppí, at byggiharrin og arbeiðstakarin eiga at býta váðan fyri lønar- og prísvøkstur millum sín.
Tað sigur Føroya Handverksmeistarafelag, sum heldur tað vera eina betri loysn at halda fast um verandi skipan fyri regulering av lønar- og prísbroytingum í byggitíðarskeiðnum.
- Vit vilja vísa á, at viðurskifti í sambandi við lønar- og prísvøkstur eru reguleraði í avtalugrundarlagnum ABF 06, sum byggiharrar og arbeiðstakarar eru samdir um er hóskandi grundarlag fyri byggisáttmálum.
Lagt verður aftrat, at í hesum avtalugrundarlagnum er ásett, at tilboðsupphæddin, sum arbeiðstakarin hevur bjóðað fyri eina bygging, verður regulerað í mun til prísvøksturin í lønum og tilfari aftaná tilboðsdagin. Oftast verða alment galdandi indeks nýtt til hesa regulering.
- Tað stutta av tí langa er, at miðalkostnaðurin hjá landinum av byggiverkætlanum kann væntast at vera størri, um man heilt ella partvíst leggur váðan fyri prís- og lønarbroytingar á arbeiðstakaran í mun ti,l um landið sjálvt ber henda váðan. Hetta er serliga galdandi fyri størri byggiverkætlanir, sum fevna um fleiri ár.
Føroya Handverksmeistarafelag mælir tí til, at verandi skipan fyri prís- og lønarbroytingar verður varðveitt.
Tað skrivar heimsíðan hjá Vinnuhúsinum í dag.