Mælir til at játta peningin

Landsstýrismaðurin í samferðslu fer at mæla landsstýrinum til játta pening so at eitt hóskandi skip kann leigast til suðuroyarsiglingina í vetur

Suðuroyasrsigling

Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í samferðslu, sigur, at hann nú fer at mæla landsstýrinum til at játta strandferðsluni pening og at geva henni heimild at leiga eitt hóskandi skip til suðuroyarsiglingina í allan vetur, ímeðan Smyril verður lagdur.
Hann sigur eisini at talan skal vera um eitt skip, sum er í minsta lagi á sama støði sum Smyril er á.
Hann sigur, at er talan um eitt longri leigumál, sum tað her er talan um, er tað lættari at fáa eitt leigumál enn tað er, tá ið talan er um eitt stutt leigumál.
? Í so máta er tað ein fyrimunur at Smyril verður lagdur í fimm mánaðir, heldur enn í fýra vikur, sum tað upprunaliga var talan um, tí nú eru væl betri útlit fyri at tað eydnast at útvega eitt hóskandi avloysaraskip.
Hann veit ikki, hvat tað fer at kosta at leiga eitt skip so leingi. Men hann vísir á, at tað varð mett at kosta 6,3 milliónir at leiga eitt skip í hálvan annan til tveir mánaðir, sum tann upprunaliga umvælingin varð mett at kosta. Nú skal skipið so leigast í einar fimm mánaðir, men á ið talan er um so langt leigumál, verður prísurin um dagin helst lægri.
?Sjálvsagt er talan um stórar upphæddir, men, men tað eru neyvan aðrir møguleikar, sum eru nøktandi,sigur Bjarni Djurholm.