Mælir íðkarum til at kanna seg fyri ólóglig evni

Sofus Debes Johannesen, formaður í føroyska dopingeftirlitinum, mælir øllum íðkarum, ið nýta heilivág, til at kanna væl eftir um ólóglig evni eru at finna í heilivágnum. Hesum boðum kemur hann við í kjalarvørrinum á hendingini, har føroyski svimjarin á danska landsliðnum, Frans Johannessen, er tikin fyri doping - nærri nágreiniliga við evninum Terbutalin, sum hann sjálvur metir man vera íkomið av innandingartólinum, ið hann nýtir vegna astma.

 

- Mannagongdin er tann, at um tú hevur eina sjúku, ið krevur heilivág, skalt tú kanna væl eftir, um nøkur ólóglig evni eru í. Eru ólóglig evni í, so skal ein spyrja læknan, um tað finst annar heilivágur, sum hevur somu ávirkan, men sum ikki hevur ólóglig evni í sær. Um ikki ber til at fáa heilivág uttan hesi ólógligu evnini, skal íðkarin senda umsókn um undantaksloyvi til dopingeftirlitið - hetta plaga tey vanliga at fáa, sigur Sofus Debes Johannesen, sum vísir til heimasíðuna antidoping.dk, har listi við øllum teimum ólógligu evnunum er at finna.

 

Undantaksloyvið, sum íðkarar kunnu útvega sær, kallast Temporary Use Exception (TUE). Til heimligu kappingarnar er einans neyðugt at fara til heimliga dopingeftirlitið, men um ein skal til altjóða kapping er tað eitt gott hugskot at kanna sær, um avvarandi sersamband hevur egna reglugerð innan doping.

 

Tað snýr seg um at vera fyrivarin, tí um tú av óvart hevur ólógligt evni í tær, fær tað framvegis avleiðingar. Sofus Debes Johannesen væntar eisini, at Frans Johannessen verður revsaður.

 

- Hann kann vænta, at hann verður revsaður. Er tað einans tað, at hann hevur havt loyvi áður, skift heilivág og ikki boðað frá, so kann talan gerast um eina linari revsing. Møguliga nakrar vikur heldur enn tvey ár, sum annars er vanligt, sigur Sofus.