Málini vermdu við Margáir

Tað var kalt í regninum við Margáir, men ivasama verjuspælið hevði við sær, at álopsspælið bleiv flótandi og málini fimm. HB dró longra stráið og staðfesti oddasessin og nú verður veruliga tungt hjá EB/Streymi

Fótbóltur

 

Tað var lagt upp til ein rættiliga avgerandi dyst við Margáir í gjár. HB kundi staðfesta sær oddasessin við einum javnleiki ella einum sigri í trupla útidystinum ímóti EB/Streymi. Bæði NSÍ og Víkingur høvdu á pappírinum lættari dystir, og tí vóru trý stig sera týdningarmikil fyri HB.

Alt uttan ein sigur til EB/Streym merkir, at felagsliðið endaliga er sett av í oddastríðnum. Soleiðis bleiv eisini, HB vann við trimum ímóti tveimum eftir ein sera undirhaldandi dyst, sum var væl og hart spældur, samstundis sum hvørt liðið fekk eitt brotspark, sum tó ikki fingu ávirkan.

 

Trý fyri hálvleik

Dysturin byrjaði við fullari ferð. Bæði liðini gjørdu sítt ítasta at fáa mál. EB/Streymur við hørðum høgum presisum sendingum, sum skjótt kundu leitt til okkurt, meðan HB á sama hátt spældi hart og skjótt, men hjá teimum var bólturin meiri niðri á jørðini, og hetta skapti trupulleikar fyri lutfalsliga tungu verjuna hjá EB/Streymi.

Bara ein lítil løta var spæld, áðrenn HB spælið gav úrslit. Bólturin varð spældur skjótt eftir jørð, og eftir fleir góðar bóltar fekk Andrew á Fløtum bóltin og legði hann inn um verjuna hjá EB/Streymi. Páll M. Joensen lat bóltin elegant bóltin fara til Bjarna Jørgensen, sum legði ótarnaður legði bóltin í málið, eftir at hann var trektur inn um Bárð Olsen á høgra bakki hjá EB/Streymi.

Nú royndi EB/Streymur at trýsta og fleiri ferðir varð nær við. Men at enda bar til. Alex Dos Santos fekk rættiliga tilvildarliga bóltin handan Pætur Jørgensen, og so gekk skjótt. Santos gjørdi alt rætt. Hevði eina perfekta temjing, áðrenn hann setti ferð á. Verjan hjá HB roknaði við einum innleggi og sá passiv út, meðan Santos rann allan vegin inn í málið, har hann plaseraði bóltin fram við Símun Rógva Hansen, sum annars hevði ein sera góðan dag.

 

Deja vu

Tað gekk ikki ein minuttur fyrr enn tað aftur var mál til HB. Uppskriftin var júst tann sama, sum til fyrsta málið. Skjótt spæl fram til Andrew á Fløtum, sum við vinstra legði bóltin til Bjarna Jørgensen handan Bárð Olsen, og so hevði Gunnar á Steig ongan møguleika.

Eftir hetta helt álopssinnaða spælið fram, men støða var tann sama til hálvleik.

 

EB/Streymur tók yvir

Tá seinni hálvleikur byrjaði hevði EB/Streymur bóltin meira. Spælið var gott, hóast nógv var koyrt upp í luftina.

Hálvleikurin var einar fimm minuttir gamal, tá Hans Pauli Samuelsen gjørdi ein vørr. Spældi ein banda í vinstru síðu og hamraði á málið. Málverjin bjargar, men Arnbjørn Hansen fylgir upp og so er 2-2.

 

Aftur deja vu

Men áðrenn armarnir hjá EB/Streymsleikarum vóru komnir niður gjørdist støðan 2-3. Andrew á Fløtum var sera leysur í brotsteiginum hjá EB/Streymi, beint eftir at teir høvdu givið bóltin upp og so legði havnarmaðurin bóltin spakuliga inn um Gunnar á Steig, sum kann skelda verjuna fyri hansara óhepnu støðu.

 

Deja vu nummar trý

Einaferð í fyrra hálvleiki bleiv brádliga brotsspark til felagsliðið. Fá skiltu hví, men helst var orsøkin, at onkur HB leikari skumpaði Arnbjørn Hansen, sum var vongur í gjár, í ryggin, tá hann varð vorðin leysur við Símuni Rógva Hansen í HB málinum.

Bárður Olsen var settur at skjóta, og skeyt eftir jørð til vinstru fyri Símuni Rógva Hansen, sum var klárur og bjargaði.

Í seinna hálvleiki fekk HB brotsspark, eftir at Fróði Benjaminsen varð feldur, men Andrew á Fløtum gjørdi júst sum Bárður Olsen, og Gunnar á Steig júst sum Símun Rógvi Hansen.

 

HB á meistarakós

Seinastu løtuna trýsti EB/Streymur øgiligt, og tað var um reppið at geva mál, men HB hóraði undan, og tí er stórfelagið úr Havn á meistarakós, samstundis sum felagsliðið úr Sundalagnum og av Eiði veruliga er sett av í oddastríðnum, nú 10 stig eru millum liðini.