Málini skulu teljast við

FSF ætlar, at grein 5 í kappingarreglunum fyri fótbólt nú skal broytast. Hetta er greinin, sum ger av, hvussu støðan skal roknast, um lið hava sama stigatal.
Broytingin er, at nú skal málmunurin í innanhýsis dystum roknast við. Stendur eisini á jøvnum í hesum, er tað liðið fremst, sum hevur skotið flest mál á útivølli.
Hetta er ein broyting, sum hevur verið væntandi, um hugt verður eftir málsviðgerðini, tá greinin í síni tíð varð samtykt. At mál í innanhýsis dystum ikki komu við í lógartekstin ta ferðina, var snøgt sagt eitt mistak. Eitt mistak, sum eingin hevði hugsað um, fyrr enn HB og VB bara tvey umfør undan kappingarloki vóru ájøvn í stigum. Ein støða, sum hevði við sær, at Dómsnevndin hjá FSF tók málið upp av sínum eintingum, soleiðis at eingin ivi skuldi verða um, hvussu stigatalvan skuldi lesast.