Týskvøldið vóru fyrstu dystirnir í heimsins bestu fótbóltskapping fyri feløg spældir. Fremstu feløgini í Europa spílaðu seg út í Champions League, og fyri flestu av favorittunum gekk tað væl.
FC Barcelona vann kappingina seinast, og teir løgdu fyri sum eitt ódnarveður í regninum á Nou Camp. Levski Sofia var á vitjan, og bulgarska liðið fekk ikki eitt bein til jørðina.
Barcelona legði seg fram um í sjeynda minutti, og teir øktu einaferð áðrenn hálvleikssteðgin. Í seinna hálvleiki gjørdist munurin millum liðini meira eyðsýndur, og tríggjar ferðir afturat skoraði Barcelona, sum annars spældi gestirnar niður og norður við skjótum smáspæli.
Hini dysturin í bólki A varð spældur í London, og har vann Chelsea 2-0 á Werder Bremen. Annað málið gjørdi týski stórspælarni Michael Ballack.
Eftir dystin var venjarin hjá Chelsea, Jose Mourinho, illur um, at Chelsea fær so nógv gul kort í Champions League. Hann heldur, at spælrar sum John Terry og Frank Lampard, sum fáa fá gul kort í ensku kappingini, verða ov hart revsaðir í europeiskum dystum.
Viera reytt kort
Í bólki B syrgdi Inter fyri mest óvæntaða úrslitinum, tá ið italska stórfelagið, sum hevur fingið fleiri nýggjar spælarar á liðið í summar, tapti 1-0 fyri Sporting Lissabon.
Inter gjørdi sjálvt støðuna hjá sær trupla, og tá ið fraklendingurin Patrick Viera fekk seinna gula kortið fyri eina ógvusliga takkling í seinna hálvleiki, reyk hann út og er nú leikbannaður.
Hin dysturin í bólkinum endaði við tryggum 4-0 sigri til Bayern Munchen ímóti Spartak Moskva. Fyri steðgin gekk ikki eftir vild hjá týska liðnum, men í seinna hálvleiki settur teir russiska liðið upp á pláss.
Morientes glógvaði
Bólkur C endaði málleysur týskvøldið. Liverpool vitjaði í Endhoven, og har vóru fleiri av størstu stjrønunum hjá Liverpool settar á beinkin til dystin. Eingin Crouch og eingin Gerrard vóru á vøllinum frá byrjan. Liverpool kláraði eftir 3-0 tapið fyri Everton at halda málið reint hesaferð, og teir vóru um reppið at vinna, tá ið Gerrard smekkaði eitt skot á stongina í seinna hálvleiki.
Hin dysturin í bólkinum var millum Galatasaray og Bordeaux, og har kom heldur einki mál.
Í bólki D gjørdi fyrrverandi Liverpool-álopsspælarin Fernando Morientes av álvara um seg, og hann skoraði trý mál, tá ið Valencia vann 4-2 á Olympiakos, og harafturat kláraði hann eisini at misnýta brotsspark.
Roma vísti stórspæl í seinna hálvleiki av dystinum ímóti Shakhtar Donetsk og skoraði fýra mál. Eitt av málunum gjørdi Francesco Totti, sum italiumenn vilja hava aftur á landsliðið.
****
Champions League
Olympiakos-Valencia 2-4 (1-2)
1-0: Michalis Konstantinou, 28.
1-1: Fernando Morientes, 34.
1-2: Fernando Morientes, 39.
2-2: Nery Alberto Ouaddou, 66.
2-3: Raul Albiol, 85.
2-4: Fernando Morientes, 90.
Roma-Shakhtar Donetsk 4-0 (0-0)
1-0: Rodrigo Ferrante Taddei, 67.
2-0: Francesco Totti, 76.
3-0: Daniele De Rossi, 79.
4-0: David Pizarro, 89.
Chelsea-Werder Bremen 2-0 (1-0)
1-0: Mickael Essien, 24.
2-0. Michael Ballack, br., 68.
Barcelona-Levski Sofia 5-0 (2-0)
1-0: Andrés Iniesta, 7.
2-0: Ludovic Giuly, 39.
3-0. Carlos Puyol, 49.
4-0: Samuel Etoo, 58.
5-0: Ronaldinho, 90.
Sporting Lissabon-Inter 1-0 (0-0)
1-0: Marco Antonio Caneira
Bayern Munchen-Spartak Moskva 4-0 (0-0)
1-0: Claudio Pizarro, 48.
2-0: Roque Santa Cruz, 52.
3-0: Bastian Schweinsteiger, 71.
4-0: Hasan Salihamidzic, 84.
Galatasaray-Bordeaux 0-0
PSV-Liverpool 0-0
Olympiakos-Valencia 2-4 (1-2)
1-0: Michalis Konstantinou, 28.
1-1: Fernando Morientes, 34.
1-2: Fernando Morientes, 39.
2-2: Nery Alberto Ouaddou, 66.
2-3: Raul Albiol, 85.
2-4: Fernando Morientes, 90.
Roma-Shakhtar Donetsk 4-0 (0-0)
1-0: Rodrigo Ferrante Taddei, 67.
2-0: Francesco Totti, 76.
3-0: Daniele De Rossi, 79.
4-0: David Pizarro, 89.