Málini og samrøða við Jákup á Borg (Rás2)

(Rás2) Hoyr hvussu B36 vann 4-2 á Suðringum, og hoyr samrøðu við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg

Samlað er Jákup á Borg, høvuðsvenjari hjá B36 nøgdur við at vinna 4-2 á Suðringum í fyrru hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið. Hann er tó leikliga betur nøgdur við seinna hálvleik, har hann heldur, at tað hongur betri saman hjá B36.

 

Jákup á Borg er alt annað enn nøgdur við spælið hjá B36 í fyrra hálvleiki, og hann heldur nærmast, at tað var væl megnað av B36 at verða á odda 4-2 í steðginum.

 

Jákup á Borg dregur unga Ragnar Samuelsen fram sum besta spælaran hjá B36, men undirstrikar samstundis, at tað átti at givið royndu spælarunum nakað at hugsa um.

 

Jákup á Borg dylur ikki, at hann gav spælarunum hjá B36 ein verbalan umgang í steðginum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2 tá Tróndur Arge segði frá og greiddi frá teimum seks málunum, ið komu í dystinum millum B36 og Suðringar.


2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Jákup á Borg aftaná dystin. 

 

Seinna hálvfinalan millum Suðringar og B36 við Stórá í Trongisvági verður leikt mikudagin ella mikukvøldið 13. juni.

 

Samrøðan Tróndur Arge gjørdi við Stefan Radosavljevic hjá Suðringum hoyrist HER