Málini koma seint

Nær verða málini skotin

Um føroysku fótbóltsleikararnir orka ov illa, skulu vit lata vera ósagt, men í øllum førum er tað ein sannroynd, at nógv tey flestu málini verða skotin móti endanum av dystunum.

Nú fýra umfør eru leikt av kappingini, eru 67 mál skotin í landskappingin, og av hesum eru heili 18 skotin innan fyri seinastaa korterið av dystunum


Byrja varliga

Líkt er eisini til, at sannlíki fyri málum er størri, longur líður út á dystin, og eitt nú verða sera fá mál skotin fyrsta korterið.

Einans 6 ferðir er mál skotið somikið tíðliga í dystinum, og av hesum varð helmingurin skotin í Gundadali sunnudagin.

Enn er sjálvsagt stutt útliðið á fótbóltsárið, so ikki ber so væl til at gera sær nakra niðurstøðu burtur úr hesum, men kortini.

Hevur tú ringa tíð, og ikki hevbur stundir til hyggja at einum heilum dysti, eru bestu hyggjuráðini kanska at gloyma fyrra hálvleik, og ístaðin verða hjástaddur tá málini koma.