Víkingur vann týdningarmiklan 2-1 sigur á KÍ norðuri í Klaksvík í dag, ið merkir, at Víkingur framvegis partur av oddastríðnum nú ein triðingur er farin av kappingini.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:
1) Hoyr frásøgnina hjá Tróndi Arge á Rás2 av teimum trimum málunum, ið komu í dystinum millum KÍ og Víking.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Maurice Ross, høvuðsvenjara hjá Víkingi.
Satt at siga gjørdi Tróndur Arge tvær samrøður við Maurice Ross, tí aftaná tveir spurningar vildi skotski venjarin inn í umklæðingarrúmið at fegnast saman við sínum spælarum. Løtu seinni kom Maurice Ross út aftur at halda fram við samrøðuni.
Hóast KÍ legði seg á odda 1-0, so var Maurice Ross ongantíð fjálturstungin. Hann slær fast, at Víkingur spælir væl, og hann heldur, at hansara menn høvdu tamarhald á dystinum norðuri í Klaksvík.
Í samrøðuni náddu Tróndur Arge og Maurice Ross eisini at skifta orð um nýggja høvuðsvenjaran hjá gamla liðnum hjá Maurice Ross, Glasgow Rangers. Í vikuni gjørdist tað greitt, at Steven Gerrard tekur við starvinum sum høvuðsvenjari.
Samrøðan Tróndur Arge gjørdi við liðskiparan hjá KÍ, Páll Klettskarð hoyrist HER