Málini hjá Víkingi og Sigfríður Clementsen (Rás2)

(Rás2) Hoyr frásøgnina av málunum Víkingur fekk ímóti NSÍ, og hoyr høvuðsvenjaran seta orð á sigurin

Tað gongur væl hjá Sigfríði S. Clementsen. Hann hevur staðið á odda fyri Víking í tveimum dystum nú, og hevur fingið fulla úrtøku báðu ferð. Í dag gjørdist talan um ein 2-1 sigur ímóti NSÍ við Løkin í Runavík.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2 tá Hilmar Jan Hansen segði frá báðum málunum Víkingur skoraði við Løkin ímóti NSÍ. Trygvi Mortensen var viðmerkjari.


2) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Sigfríð S. Clementsen.

 

Sigfríður S. Clementsen greiddi frá, at hann hevði lisið í Norðlýsinum, at Víkingur hevði tað torført ímóti NSÍ í Runavík og hevði tapt dystirnar har seinnu árini. Men nú kundi hann gleðiliga staðfesta, at tingini eru "normal" aftur nú Víkingur vann á NSÍ.

 

Sigfríður S. Clementsen heldur, at hansara spælarar spældu klókt í dag, og megnaðu at halda NSÍ frá tí mesta. 

 

- Leikliga vóru vit væl frammanfyri NSÍ, slær høvuðsvenjarin hjá Víkingi fast. 

 

Frásøgnin hjá Hilmari Jan Hansen av málinum hjá NSÍ, og samrøðan Hilmar Jan Hansen hevði við Árna Frederiksberg, liðskipara hjá NSÍ hoyrast HER