Málini hjá Skála og samrøða við venjaran (Rás2)

(Rás2) Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2 tá Skála fekk tey bæði málini ímóti AB, og hoyr samrøðu við venjaran

Skála hevur fingið síni fyrstu stig í Betrideildini hetta kappingarárið. Tað hendi fyrr í dag, tá skálamenn vunnu 2-0 á AB á Argjum. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá frásøgumaðurin, Hilmar Jan Hansen segði frá báðum málunum Skála fekk, sum Brian Jacobsen og Niels Pauli Danielsen skoraðu í fyrra hálvleiki. Oddbjørn Joensen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina hjá Hilmari Jan Hansen.


2) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við høvuðsvenjaran hjá Skála, Eyðun Klakstein aftaná dystin.

 

Eyðun Klakstein er fegin um, at fyrstu stigini eru komin til høldar. Hann heldur, at talan var um ein uppibornan sigur í einum dysti har Skála hevði tamarhaldið á dystinum.

 

Samrøðan Hilmar Jan Hansen gjørdi við miðvallaran hjá AB, Bárður Olsen kann hoyrast HER