Málini hjálpa neyðstøddum

Fyri hvørt mál, sum verður skotið í EM-endaspælinum, letur UEFA 30.000 krónur til hjálpararbeiði. Hetta hevur europiska fótbóltssamgongan gjørt í samstarv við altjóða deildirnar hjá Reyða Krossi. Til og við 23 mál, og tað gevur Reyða Krossi á leið 690.000 kr. Peningurin, sum kemur inn á hendan hátt, verður nýttur til hjálpararbeiða til frama fyri tey, sum hava fingið mein av landminum í Afghanistan, og so er væl bara enn størri orsøk hjá fóbóltsfjepparum at fagna álopsfótbóltinum.