Málini hjá HB og samrøða við Símun Samuelsen (Rás2)

(Rás2) Hoyr hvussu HB vann á Víkingi, og hoyr Símun Samuelsen seta orð á sigurin

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:


1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá Hilmar Jan Hansen segði frá málunum hjá Adrian Justinussen og John Frederiksen, sum tryggjaðu HB ein 2-1 sigur yvir FM-vinnarunum hjá Víkingi. Oddbjørn Joensen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina. 


2) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við veteranin hjá HB, Símun Samuelsen.

 

Fyri Símun Samuelsen og liðfelagarnar hevði tað stóran týdning at vinna í dag, tí sum Símun Samuelsen greiðir frá, so hevði tað verið sera keðiligt hjá HB at fara í holt við ein 16 daga steðg við ongum stigi í Betri Deildini.

 

Fyri Símun Samuelsen og liðfelagarnir var sigurin ímóti Víkingi eisini ein góð uppreisn aftaná 0-3 tapið ímóti KÍ farna sunnudag. Símun fegnast eisini um hvussu ein spælari sum John Frederiksen tók av møguleikanum í dag. 

 

Samrøðan Hilmar Jan Hansen gjørdi við Heðin Hansen hjá Víkingi kann hoyrast HER