Málini hjá B36 og Jákup á Borg (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðu við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg, og hoyr hvussu tað ljóðaði tá B36 fekk síni fýra mál

B36 kom á slóðina aftur í betrideildini aftaná trý tap á rað. B36 vitjaði úti á Argjum, ið mangan hevur verið ein torførur útivøllur, men tað gekk framúr væl hjá B36, serliga í fyrra hálvleiki. B36 vann 4-1 aftaná hálvleiksstøðuna 4-0.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:

 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá Tróndur Arge segði frá teimum fýra málunum hjá B36.


2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg. 

 

Jákup á Borg sigur, at hóast tað kann ljóða løgið aftaná trý tap á rað í landskappingini, so heldur hann, at B36 hevur verið tað betra liðið hóast teir hava tapt. Tí kom tað væl hjá B36 at fáa betri útteljing fyri sínar málmøguleikar, ikki minst sum mental upphiting til Europa League dystin ímóti Saint Joseph´s úr Gibraltar, ið verður á ovara vølli í Gundadali komandi hóskvøld. Jákup á Borg er nøgdur við liðavrikið, men hann er serliga væl nøgdur við avrikið hjá Kaimar Saag, ið gjørdi tað framúr í kvøld við tveimum málum. 

 

Frásøgnin hjá Tróndi Arge av málinum hjá AB, og samrøðan Tróndur gjørdi við høvuðsvenjaran hjá AB, Sorin Anghel hoyrast HER