1-0: Sámal Joensen
GÍ spælir upp í høgru, og tá bólturin verður sendir innfyri, sparkar Sámal Joensen fyrstu ferð í longra hornið.
1-1: Óli Hansen
Adndy Olsen sendir horna úr høgru síðu móti handaru stong. Har er Helgi L. Petersen hægstur, og skallar tvørturum, har Óli kann stýra bóltinum seinasta pettið í kassan.
1-2: Jónstein Petersen
Runavíkingar spæla seg ígjøgnum í høgru, og tá bólturin verður skiftur yvirum, smekkar Jónstein Petersen alt fyri eitt til.
1-3: Christian Høgni Jacobsen
Enn einaferð verður spælt upp í høgru, og so heilfluktar Christian Høgni Jacobsen sera vakurt við handara stólpa.
1-4: Christian Høgni Jacobsen
Hesa ferð er uppspælið í vinstru síðu, og tá bólturin verður sendir innfyri, fær Christian Høgni tíð at temja, áðrenn hann sendir fram við sakarsleysa Pól N. Joensen í GÍ-málinum.
1-5: Páll M. Joensen
Helgi sendir Ike avstað við stikningi inn um verjuna. Nigerianin trekkir framvið málverjanum, og so kemur Páll drønandi og skumpa bóltin í málið úr spískum.