Málini eru til Høgna

Fyri trimum árum síðani misti Jákup á Borg eldra bróðir sín. Høgni á Borg andaðist stutt undan ársskiftinum 2002, 32 ára gamal. Einki er at ivast í, at bandið millum teir báðar var sera tætt, og fyri Jákup var saknurin stórur.
Men á vøllinum hendir tað tó oftani, at ein heilsan verður send eldra beiggjanum. Hvørja ferð Jákup hevur skotið mál, er fyrsta gerðin at senda ein koss uppeftir, og hesin er altso ognaður beiggjanum.