Máling, lakk og lím innihalda ofta stórar nøgdir av organiskum upploysingarevnum og øðrum heilsuskaðiligum evnum
Hesi evni kunnu elva til ørilsi, høvuðpínu og andingarneyð, og í ringasta føri skaða livur, nýru og heila. Tað er tí av sera stórum týdningi at vera ansin, og at leggja seg eftir altíð at velja minst vandamiklu evnini. Á íløtunum eru nakrar sonevndar Mal-kodur, sum siga brúkaranum hvørji fyrivarni eiga at takast, áðrenn skjøtil verður settur á arbeiðið.
Um Mal-kodurnar á íløtunum
At anda í seg
Talið, sum stendur áðrenn bindistrikuna, vísir til vandan við at anda evnið í seg. Hægri talið er, tess hægri er vandin. Mátistigin gongur frá 00 til 5. Vørur við Mal-kodunum 00-, 1- og 2- kunnu verða nýttar innandura. Vørur við Mal-kodu 3- eiga, sambært nýggjum reglum, innandura bert at nýtast til bæðirúmsgólv og -veggir. Vørur við Mal-kodunum 4- og 5- eiga av privatfólki einans at nýtast uttandura.
At fáa evnið á húðina
Talið, sum stendur aftanfyri bindistrikuna, vísir til vandan við at koma í beinleiðis samband við evnið. Hagri tal, hægri vandi. Her gongur stigin frá 1 til 6. Eitt evni sum hevur Mal-koduna -1 er vatnkent, -3 og -4 merkir sýra ella etsandi løgur og krevur handskar og verndarbrillur. Vørur, sum eru merktar við -5 og -6, kunnu geva ovurviðkvæmi og krevja serlig verndartiltøk.
Grøn ráð um máling, lakk og lím
- Nýt vatnbaseraða máling og lakk. Vel evni at taka máling burtur við, við so lágari Mal-kodu sum gjørligt, t.d. 00-1. Lægri Mal-kodan er, lægri er innihaldi av organiskum upploysingarevnum.
- Um tú setir penslar á blot í glasíløtum við terpentin, legg so ein plastposa útyvir, lat posan væl aftur og set tað soleiðis at børn ikki sleppa framat tí.
- Um pensilin ikki skal nýtast fyribils, er brún sápa eitt fínt alternativ til sera vandamikla terpentinið ella reinsibensinið. Gníggja pensilin við brúnari sápu og legg hann í ein afturlatnan plastposa. Fáar dagar seinni er pensilin reinur.
Kelda: Grøn Information