- Spurningurin um, hvussu virksemið á teimum trimum sjúkrahúsunum skal skipast, verður tikin við, nú vit eru farin undir arbeiðið at endurskoða bygnaðin í heilsuverkinum.
Tað sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í Heilsumálum.
Og fyrrenn tað arbeiðið er liðugt, vil hann ikki siga nakað um, hvussu urologi skal skipast í Heilsuverkinum og, hvussu verður við sergreinunum í heilsuverkinum.
Landsstýrismaðurin hevur sett skjøtil á arbeiðið at endurskoðað bygnaðin í Heilsuverkinum.
Heilsuverkið skal spara næstan 50 milliónir hesi næstu árini og tað krevur eina grundleggjandi bygnaðarbroyting.
Í tí sambandi skal eisini støðan takast til, hvussu virksemið skal býtast ímillum sjúkrahúsini.
Og Karsten Hansen sigur, at í hesum arbeiðnum ætlar hann at tosa við allar partar í Heilsuverkinum, eisini yvirlæknarnar á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
- Meiningarnar eru ymiskar og ongin avgerð er tikin fyrrenn allir partar eru hoyrdir.
Men nú er ein yvirlækni á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sum er urologur. Hví kann hann so ikki brúkast til fulnar, heldur enn at fáa vikarar uttanlands.
- Jóan Petur Davidsen er ikki settur í starv á Suðuroyar Sjúkrahúsi sum urologur, men sum vanligur yvirlækni.
Tað er ongin serdeild fyri urologi í Suðuroyar Sjúkrahúsi og Karsten Hansen heldur, at tað ber illa til at stovna eina serdeild, sum er treytað av einum einstøkum lækna, tí hann kann vera burtur í morgin.
- Skal ein serdeild stovnast á Suðuroyar Sjúkrahúsi, má tað leggjast í fastar karmar, tí tilverugrundarlagið hjá deildini kann ikki verða treytað av einstaklingum og tað er vansin í dag, sigur hann.
LES EISINIG REININA:Kunnu spara milliónir um árið
LES EISINIG REININA:Serlæknarnir skulu miðsavnast í Havn
LES EISINIG REININA:Kunnu spara nógvar pengar