Uppskotið hjá Tjóðveldi og Framsókn um stjórnarskipan Føroya, sum skuldi koma til viðgerðar fyri døgurða, er nú útsett til í morgin.
Løgtingsfundurin varð niðurlagdur stutt fyri døgurða, tá greiða skuldi fáast á, hvussu atkvøðast skuldi um at fáa málið burturvíst. Fundurin lá stillur í meira enn hálvan tíma, og tá Jógvan á Lakjuni, tingformaður, tók fundin upp aftur boðaði hann frá, at málið er útsett til í morgin.
Tað ljóðaði eisini í tinginum, at Framsókn helst sá málið tikið aftur, men at Tjóðeldi strongdi á, at fáa tað lagt fyri tingið.
Hvussu er og ikki, verður uppskot tikl løgtingslóg um stjórnarskipan Føroya útsett til tingfundin í morgin.










