Málið um sjóforhoyr latið rættinum

Kriminalløgreglan lat í gjár Føroya Rætti málið um sjóforhoyr í sambandi við hendingina, tá ein stuttleikabátur sakk í Hestfirði fyri mánað síðani.

Tað var sunnumorgunin eftir bátastevnuna í Vestmanna, at ein Bayliner 27 fór úr Vestmanna til Havnar tíðliga. Tað var norðanvert Velbastað, at báturin knappliga steðgaði, motorurin setti út og báturin tók sjógv inn.
Fimm mans vóru í bátinum, harav tveir teirra høvdu biðið sær skjúts til Havnar. Hvørgin teirra var í bjargingarvesti, meðan hinir tríggir menninir allir høvdu bjargingarvest og onkur eisini flótidrakt.
Teir tríggir við bjargingarútgerð komu sær upp á land, meðan hinir báðir hvurvu og sóust ongantíð aftur.
Einki er komið alment fram um, hvat kann vera hent, men tað er greitt, at báturin sakk ógvuliga skjótt.
Sum sagt er málið nú latið Føroya Rætti, men eingin dagur er enn ásettur til sjóforhoyr.