Atkbvøðugreiðsla er nú.. Uppskotið um at beina málið aftur í nevnd fall við 17 fyri og 16 ímóti.
Uppskotið um at lata málið fara til fólkaatkvøðu fall eisini - 16 atkvøddu fyri 17 ímóti.
Síðan var tað broytingaruppskotið frá meirlutanum í trivnaðarnevndini, sum kom til atkvøðugreiðslu. Har vóru 17 atkvøður fyri og 16 ímóti.
Endaliga kom sjálvt uppskotið, sum gevur samkynd rætt at giftast, til atkvøðugreiðslu. 19 atkvøður vóru fyri og 14 ímóti.
Hetta var 2.viðgerð, so uppskotið skal einaferð fyri afturat áðrenn tað er endaliga samtykt.
Heðin Mortensen atkvøddi fyri og tað gjørdu teir báðir sambandsmennirnir, Magni Laksáfoss og Edmund Joensen eisini.