Tummas Lervig, formaður, fegnast, nú dómurin er avgreiddur.
- Eftir eitt baldrut heyst og kaldan vetur kann KÍ nú hyggja frameftir ímóti ljósari tíðum. Tað hava sera mong flutt pening á serligu stuðulskontoina og hetta eru vit í KÍ sera takksom fyri. Uttan teirra íkast hevði tilgongdin at fáa skuldina av vegnum als ikki latið seg gjørt, sigur hann við heimasíðuna hjá KÍ.
Tony Paris stevndi í fjør KÍ eftir góðari millión krónum, tí hann metir, at hann varð uppsagdur av órøttum, tá kappingarárið 2007 var hálvrunnið. Enski venjarin skrivaði undan kappingarbyrjan í 2006 undir fýra ára sáttmála við felagið, men sambært egnari útsøgn varð hann sendur til hús uttan ávaring ella átalu. 6. januar í ár varð KÍ dømt at gjalda 501.000 krónur til Tony Paris.
KÍ skal í komandi kappingarári spæla í næstbestu deildini.










