Málið um LGBT barsil tikið upp í næstum

Sambandstinglimir vilja ikki siga enn, hvønn veg teir hella

Tað er framvegis ikki greitt, hvønn veg teir ymsu tinglimirnir í Sambandsflokkinum hella í spurninginum um at broyta barsilsskipanina til eisini at fevna um samkynd foreldur.

Í farnu viku gjørdist greitt, at teir tríggir andstøðuflokkarnir, Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn, høvdu arbeitt við einum uppskoti, ið skal síðustilla samkynd foreldur við hinskynd foreldur. Um alt gongur sum ætlað, verður uppskotið lagt fram í vikuni.

Johan Dahl, tinglimur fyri Sambandsflokkin, hevði áður gjørt greitt, at hann ætlaði at taka undir við slíkum uppskoti, og tá in.fo spurdi hann um støðuna í farnu viku, segði Johan Dahl, at støða hansara var óbroytt.

Hetta hevur fingið øði í Miðflokkin, sum vil vera við, at hetta kann ikki góðtakast, og sum hóttir við at slíta samgonguna, atkvøður Sambandsflokkurin fyri uppskotinum.

Tó eru onnur, ið ikki eru eins avgjørd í Sambandsflokkinum og Johan Dahl. Erhard Joensen sigur, at hóast hann hevur eina støðu í málinum, so er tað nakað, ið skal takast upp í Sambandsflokkinum, áðrenn hann fer at gretta orð um støðuna til miðlarnar.

Rósa Samuelsen sigur, at av tí at hon ikki hevur sæð nakað uppskot enn, hevur hon ongar viðmerkingar.

Rósa Samuelsen sigur kortini, at Bárður á Steig Nielsen, løgmaður og floksformaður í Sambandsflokkinum, hevur boðað frá, at málið skal takast upp til viðgerðar í Sambandsflokkinum, og tað verður ivaleyst heilt skjótt, sigur Rósa Samuelsen.