HERFYRI frættist, at tjóðveldistingmaðurin Finnur Helmsdal vil hava eina nýggja kanning av landsverkfrøðingsmálinum. Hetta er gott, tí eingin kann vera nøgdur við støðuna, sum hon liggur í løtuni. Spurningurin er, um vit sum demokratiskt samfelag kunnu vera nøgd við, at miðfyrisitingin kannar seg sjálva.
SAGT hevur verið, at landsverkfrøðingsmálið eisini hevur snúð seg um annað enn vánaliga handfaring av Vinnumálastýrinum og samstarvstrupulleikar. Málið kann eisini partvíst snúgva seg um sjálvan Finn Norman Christensen bygnaðin.
EIN trupulleiki við Finn Norman Christensen bygnaðinum er, at man í Føroyum tykist byggja ein risastóran bygnað við nógvum organisatoriskum kassum, uttan at hava neyðuga menniskjaligatilfeingið at fylla inn í hesar kassar. Úrslitið kann sostatt verða, at man í nýggju stýrunum, har vit eitt nú kunnu nevna Løgmansskrivstovuna, kanska er nakað illa avstaðfarin viðvíkjandi royndum og greiðum vælinnarbeiddum fyrisitingarligum mannagondum.
EIN trupulleiki í Landsverkfrøðingsmálinum var eisini, at Landverksfrøðingsstovnurin varð undirlagdur einum stýri, ið ikki heilt hevði somu umsitingarligu og fakligu royndir at byggja uppá. Er landsverkfrøðingsmálið óbeinleiðis ein spurningur um nýggja Finn Norman Christensen bygnaðin, so er heilt burturvið, at Løgmansskrivstovan skal kanna málið. Løgmansskrivstovan kann koma at seta spurning við parti av sínum egna eksistensi, skuldi hon komið til ta niðurstøðu, at Landsverkfrøðingurin hevði púra rætt í málinum, og at Vinnumálastýrið sum partur av miðfyrisitingini bert virkaði sum eitt óneyðugt ella forstýrandi lag í lagkøkuni ímillum Landsverkfrøðingin og Landstýrismannin.
EINHVØR ivi eigur at koma tí ákærda til góðar. Tað, at man bert tosar við tann partin, sum fyribils hevur fingið rætt, hoyrir ongastaðnis heima. Eitt demokratiskt land eigur at hava óheftar instansir, sum til dømis ein umboðsmann, at fara til, um okkurt skeivt er farið fram. Eingin skal kunna sita og kanna seg sjálvan ella part av egnari fyrisiting.
STÓRSTI vandin við tí, ið er farið fram í Landsverkfrøðingsmálinum, er, at um núverandi støða verður niðurstøðan, so fara almenn starvsfólk og borgarin í víðastu merking ikki at tora at siga sína hugsan, um hendan hugsan ikki passar inn í uppfatanina hjá nýggju miðfyrisitingini.
FÁA føroyingar eina miðfyrisiting, ið ikki tolir uppbyggandi kritikk uttan at skula staðfesta sín nýskipaða autoritet, so er deyðin í durinum hjá framgongd innan almenna sektorin í Føroyum. Eingin má vera bangin fyri at siga sína fakligu hugsan í Føroyum ? heldur ikki almennir stovnsleiðarar, ið ikki hava slitið sínar fakligu barnaskógvar í miðfyrisitingini. So galið er tað kanska ikki enn í Føroyum, men er seinasta orð sagt í Landsverkfrøðingsmálinum, so kann man í framtíðar Føroyum standa við tí øvugta av eini elitu á ovastu rók í almennu fyristingini, tí ikki verður pláss fyri kritiskum dialogi og nýhugsan í mun til núverandi bygnað. Ein starvsetanarpolitkkur hjá miðfyrisitingini, ið lokkar Føroya bestu høvd, má byggja uppá menningarmøguleikar gjøgnum kritiska hugsan. Kritisk móti sær sjálvum og sínum starvsfeløgum ? og ikki bert kritisk ímóti stovnum og ?tí gamla?, meðan man kanska rósar egnum bólkum og rapportum í so nógv.










