Málið um Jógvan S

   

Hetta man vera eindømi um lygn og korruptión av grovasta slag! Tað er neyvan nakar, ið varar av fiskivinnuni í dag, sum ikki veit, at Ågot varð latin til Noregs fyri nýggja Ågot.
So langt, so gott og nú er skipið undir norskum flaggi og tíverri fyri Jógvan Lutzen,at skal tað skrásetast aftur í Føroyum, má tað skrátast eftir nýggju lógini, men tað er ikki hent.
Tí er skipið Ågot ella Jógvan S framvegis norskt.
Og nú hóttanir um endurgjaldskrav eru settar fram, verður fiskiloyvið tikið aftur, má spyrjast, hvatskal úr flotanum fyri Jógvan S.?
Skørðin fór úr flotanum sum línubátur fyri Grana, men hon varð seld aftur til Nólsoyar og síðani keypti Jógvan I Olsen hana aftur til at fiska eftir hávi við. Hon var bara tveir túrar, so var Skørin undir Íslandi og fiskaði av kvotuni hjá línubátunum og hon kom eisini undir Føroyar at fiska innan fyri 6 og 12 fjórðinga markið sum útróðrarbátur.
Tað ganga so nøkur ár við hesum fiskiskapi, So nú skal Stapin skiftast út og Skørin og Stapin mugu leggjat fyri at fáa nýggja Stapan heim úr Noregi.
So nú koma vit aftur til Ågot og Jógvan S. Og nú skal Skørin aftur úr Flotanum!
Sig mær nú: Hvat verður næsta skipið, sum fer til fiskiskap undir Føroyum fyri Skørina?