Vit vistu leygardagin at siga frá, at Vestmanna Kommuna fer at leiga út økið við ferjuleguna í Vestmanna. Orsøkin til hetta er, at Landstýrið ikki vil gjalda annað enn vanligt havnagjald fyri nýtsluna av ferjuleguni og stóra økinum kring hana. Verður økið leiga út, er ikki pláss fyri bilarøðunum til ferjurnar. Tískil kannar Landstýrið í løtuni málið.
Finnbogi Arge, landstýrismaður í samferðslumálum, sigur, at málið í løtuni verður kannað á løgfrøðisligum grundarlag. Orsøkin til hetta er, at Landstýrið í sínari tíð stuðlaði byggingini av havnalagnum í Vestmanna við tí grundarlagi, at økið burturav skuldi nýtast til ferjulegu. Tískil verður í løtuni kannað, um Vestmanna Kommuna í veruleikanum hevur heimild at leiga út økið við ferjuleguna.
Spurdur, um Landstýrið fer at leiga økið frá kommununi, vísir tað seg, at Vestmanna Kommuna hevur heimild at leiga tað út, svarar Finnbogi Arge, at hesin møguleikin ikki verður heilt útilokaður. Hann leggur tó afturat, at málið fyrst má kannast gjølla.