Málið um Brimil

Hetta eigur at steðgast beinanvegin, og vísir Løgtingið ikki málið um Brimil frá sær, eiga feløgini at seta tiltøk í verk.

Eli Brimsvík

formaður, Havnar Handverkarafelag



Eg haldi, at tað er ein vanærislig skomm, at Karsten Hansen ikki hevur klárað at fingið ein sáttmála í lag enn, og hann eigur at taka avleiðingarnar og leggja frá sær, og um hann ikki vil fara sjálvboðin, so eigur løgmaður at loysa hann úr starvi.

Hvat ósemjan botnar í, í prosentum og tølum, skal eg ikki koma so nógv inn á, men tá hugsað verður um, at sami Karsten Hansen saman við øðrum (tjóðveldismonnum), ikki brúkti meir enn fáar tímar at hækka sínar egnu lønir umleið 60% og samstundis ikki unnir øðrum eina líknandi løn fyri teirra arbeiði, oftani undir sera hættisligum umstøðum, so líkist hetta »diktaturi«, eingin ivi um tað.

Hetta eru somu menn, sum vilja loysing og sum biðja vanliga fólki um at hava álit á teimum. Tað er ringt at gita, hvat fakfeløgini kunnu rokna við, um hesir persónar koma at mynda leiðsluna í einum komandi fullveldi.

At grundin hjá Karsten Hansen fyri at fara í tingið við málinum millum annað er várróðurin á Norðurhavinum, er bara rein undanførsla, tí um nakar vilji var tilstaðar, so kundi hann bara syrgt fyri at givið manningini ta løn, sum teir krevja (eiga at fáa).

Hví skulu okkara yvirmenn sigla fyrl hálva hýru samanborið við eitt nú norðmenn, sum sigla við norsku vaktartænastuni, sum tit altíð samanbera við.

Eg vóni, at fakfeløgini gera álvara av at seta tiltøk í verk, um tingið ikki vísir málinum frá sær.