Mælið til broytingar í kappingunum hjá teimum yngru

Tíðargrein:

Viðmerkingar til fótbóltin fyri børn, nú fundur verður við feløgini í januar um ungdómsfótbóltin.

 

Mælt verður til at givin verða undantaksreglur vegna aldur. Tey smærru feløgini fáa lættari við at manna lið, og sentraliseringin av fótbóltin, sum ger at alt færri og færri spæla fótbólt úti á smærru bygdunum.

 

Aldursmunurin talar fyri undantaksreglu

Tveir dreingir um sama aldur hava ikki neyðturvuliga sama biologiska aldur. Børn mennast í stórum rykkum, og ein skal verða dugnaligur til at avlesa munir og broytingar. Ein kann tí ógvuliga seint avgera, hvørt ein er “evnaríkur” ella ei. Ein skal tí verða varin við “úttøku”, tá vit arbeiða við ungdómsfótbólti. Ein kanning í Portugal vísir, at eingin meining er í at velja út, heilt upp í 12 árs aldur. Kropsligu fortreytirnar fyri fótbólti eru so ymiskar.

Í portugiskari kanning vísir aldursspreiðingin hjá einum bólki av spælarum. Út eftir einum

x-ása verður aldurin vístur eftir dópsbrævininum, og eftir y ásini vísur teirra biologiska aldur.

Her vísir myndin tveir leikarar um 12 ár. Á myndini sæst ein leikari, sum er seint mentur, er biologiskt um 9 ½ ár, meðan hin drongurin er um 14 ½ ár. Við øðrum orðum vil tað siga, at

í 12-13 árs aldri kann munurin verða heilt upp til 5 ár.

Kanningin vísti harumframt, at teir seint mentu leikararnir nærum ongantíð vóru á úrvalsliðum. Sjálvt millum U 15 leikarar kann veruligi aldursmunurin verða um 4 ár. Tað sama siga kanningar hjá franska fótbóltssambandinum eisini.

Á hesum aldri er also eingin meining í at samanbera leikarar og teirra avrik. Vit eiga ikki at velja út í hesum árgangum. Ístaðin eiga vit at fasthalda ein stóran bólk og differentieraða venjing og dystir, soleiðis at leikararnir eru settir eftir menningarstigi. Málið skal verða at so nógv børn, sum møguligt venja og í tí rætta umhvørvinum - og í bygdasamfeløgunum.

 

Kappingarhátturin leggur ov stóran dent á avriki

Vit eru noydd at velja út einaferð, fyri at “fóðra” teir betru. Men týdningarmikið er, at vit velja út í røttu løtu og við grundarlagi í evnunum og ikki í tí teir vísa. Núverandi kappingarháttur leggur ov stóran dent á avriki hjá spælaranum her og nú.

Vit býta eftir dygd ov tíðliga, sum nevnt. Tað er ein misskiljing, tá vit siga, “at lige børn leger bedst”. Veruleikin er, at vit býta lið, sum skjótast fyri at vinna dystir og kappingar. Tí velja vit teir leikarar, sum mennast skjótt. Men hvat við teimum, sum mennast á annan hátt og seinni verða vald frá?

Trupuleikin er, at hesi skilja, at tilboðið er verri, og teir tí ikki fáa eins góða og hóskandi venjing sum hini. Tað er hesin bólkur, sum velur fótbóltin frá og fara frá sínum vinfólkum.

Samstundis vita vit, at børn læra best við tað tey eyðgleiða. Vit beina dugnaligastu fyrimyndirnar burtur á C og D liðnum, sum leikararnir læra av við at hyggja at.

Men betru leikararnir hava eisini ein trupulleika. Um vit savna teir bestu í ein hóp, skapa vit eitt umhvørvi, har tað sjálvt hjá teimum bestu er trupult at eydnast og ringt at menna tey torføru tingini, t.d. eina temjing. Skal leikari menna eina seina og ótrygga dribling til eina skjóta og trygga dribling. Tað tekur tíð og krevur eitt umhvørvi, har tann dugnaligi leikarin hevur tíð, pláss og at hann eydnast. Hetta gerst best í einum umhvørvi, har ein kann royna ymiskt og eisini gera mistøk, uttan at tað fær avleiðingar.

 

Hava vit ráð at minka leikarahópin?

Vit hava ikki ráð at minka um okkara evnaríkastu leikarar og minka um møguleikararnar hjá leikarunum at mennast. Hetta gera vit, um vit velja út ov tíðliga og seta harvið ein bólk útum alt ov tíðliga.

SBU (Sjælland Bold Union) hevur havt góðar royndir við reinum árgangi, og tykist áhugin verða fyri at seta hetta í verk um alt landið. Tey, ið siga at tað ikki ber til, siga at tey smáu feløgini ikki fáa mannað lið, um tey bert kunnu nýta ein árgang. Tann trupulleikin verður loystur við undantaksloyvum, so tey kunnu brúka tveir árgangir. Møguliga gevur tað teimum ein fyrimun, men eru vit samd um, at menningin er týdningarmiklari enn úrslitið fyri hesar árgangir, so er í lagi. Kanska verða dystirnir javnari, enn vit geva okkum far um, og spenningur um úrsliti eisini.

Vit vita eisini frá altjóða kappingum í Danmark, at tey loyva upp til 3 leikarar, sum eru ov gamlir, t.d. føddir eftir 1. august, ístaðin fyri 1. januar. Vit síggja eisini, at í størri mun, verður undantaksloyvið latið teimum smærru feløgunum, fyri at tey kunnu mannað síni ungdómslið.

 

Kappingar upp til 12 ár í stevnuformi (ikki FM)

Skotið verður upp at broyta kappingarnar upp til og við piltar / gentur 10-12

Fótbólturin er til fyri børnini!!!

Munur er á barna og vaknamannafótbólti!!

Fótbólturin er til fyri børnini!!

Nógvastaðni stríðast leiðarar við ótilætlaðum fortreytum fyri bólti fyri børn (9-12 ár). Og nógvastaðni gera leiðarar nógv fyri at broyta okkara vanabundna hátt, úrslitastrongdu venjarar, og fremst av øllum: Tvørrandi vitan um barnavenjing.

Tað er alt ov stórur munur frá “ætlan til veruleika” - frá venjing til dyst.

Hetta eru grundleggjandi sjónarmið, arbeitt verður við! Vit eiga ikki at skilja breiddarítróttin og elituna! - Tað fótbóltsliga og sosiala eiga at ganga hond í hond.

Um vit skulu uppliva framgongd í fótbóltinum, ber ikki til at klúgva træið í helvt og savna fruktirnar í toppinum av trænum. Vit skulu heldur geva trænum gróðrarlíkindi.

 

Góðskuna kring venjinga og dystirnar nógv hægri!!

Tí er avgerandi at vit seta góðskuna og miljøið kring venjinga og dystirnar nógv hægri.

Um vit lata børnini spæla við ov stórum krøvum, so uppliva tey at “fiasko”, “frustatiónir”, og trýst og í seinna enda fara tey burtur úr fótbóltsheiminum.

Børn hava brúk fyri tryggleika. Venjingin skal verða treytað av, at tey eydnast – eg verið ikki koyrdur niður á B liðið, tí eg eri verri, samstundis sum mínir vinmenn eru á hinum liðnum.

Børn hava brúk fyri at spæla. Venjarin er blíður, róligur, tolin og dámar væl at spæla.

Tey hava sosialan tørv. Tey eru saman og vilja verða partur av bólkinum. Tí skapar venjarin trivnað og tryggleika.

Børn liva í “nú’inum”. Úrslit og støður er ikki nakað, sum vit eiga at leggja dent á.

Eitt úrslit av verandi gongd verður eitt fráfall í barna- og ungdómsfótbóltinum, og ein støðgur í framgondini hjá landsliðunum.

 

Kappingarskipan broytast

Tí vilja vit meina, at núverandi kappingarskipan við denti á úrslitini frá viku til viku verður skift út við stevnum.

Øll luttakandi feløgini skipa fyri einari stevnu, t.d. 10 lið, har tvey skipa fyri einari stevnu sama vikuskifti við 5 liðum í hvørjari kapping.

Frá at styrkismeta liðini í A,B, og C – verða liðið mannað av tveimum frá A, tveimum frá B, og einum frá C liðnum. Vit fara also frá reinum vinnaraliðum og reinum taparaliðum.

Skráin kann gerast soleiðis at onki lið møtur sama mótstøðulið.

Latum okkum sláa fast: Hetta broytir ikki tað grundleggjandi við fótbóltinum! Børnini fara altíð inn við tí fyri eyga at vinna! Tað liggur í okkum, og soleiðis eigur tað at verða.

Men tann dugnaligi venjarin dugur at skapa tann rætta andan og menna einstaka liðið og leikaran. T.d. at lata tann stóra verjuleikaran fara niðan á miðjuna at royna seg, kanska við tí úrslitið at liðið tapur.

Tað sum eg hugsi um her er, at tá vit siga, at tað er ikki so týdningarmikið at vinna ein dyst, men tað týdningarmesta er at menna leikararnar.