Málið stóran týdning

Útisetin Atli Ellendersen viðgongur, at tá tað ræður um føroyskt mál, er hann rættiliga radikalur

Tann víðfarni fuglfirðingurin býr í høvuðsstaðnum Curitiba í tí triðsyðsta statinum í Brasiliu, Parana, sum liggur í 1000 metra hædd har eini 2-3 miliónir búgva.
Atli sigur seg altíð hava verið áhugaður í máli, og lærdi seg portugisiskt í Sveis, so tað var eingin trupulleiki við málinum, tá hann flutti til Brasiliu.
- Hevði eg ikki verið farin tónleikavegin, so hevði eg helst valt málvegin, sigur Atli, sum í fólkaaskúlanum fekst nógv við tey norðurlendsku málini og í studentaskúlanum fór undir latín og franskt við fullum huga.
Í fyrstuni tosaði hann og unnustan týskt, men eftir eini trý ár tosaðu tey portugisiskt saman.
Atli hevur eisini tikist eitt sindur við russiskt og íslendskt og kann í sama viðfangi ikki bara sær at fortelja eina søgu um, hvat máláhugi kann føra til.
- Beint eftir at eg var komin til Brasiliu undirvísti eg einum 10 ára gomlum dreingi. Hann tímdi ikki so væl og gavst skjótt. Fyri tveimum árum síðani kom ein ungur maður til mín eftir eina konsert og spurdi, um eg kendi hann, sigur Árni, ið helt seg ørminnast okkurt.
Tá var tað hesin drongurin, sum hevði búð í Grikkalandi í nøkur ár, men sum var komin aftur til Brasiliu. Hann spurdi Atla, um hann var føroyingur, tí hansara passión var íslendskt, so hann elti ofta Atla eftir hetta, flennir Atli um hendan unga brasiliumannin, sum í Grikkalandi hevði fingið áhuga fyri íslendskum, og nú royndi at fáa ein føroying at læra seg tað.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Børnini duga føroyskt
 
Hóast nógv á ár í útlegd er Atli ikki farin av málinum, og á orðavalinum hoyrist ikki, at hann er útiseti. Orð sum burðardyggur og samleiki, ið als ikki vóru til, tá hann flutti úr Føroyum í sjeytiárunum, flúgva úr munninum á honum, og hann er sannførdur um, at málið hevur størstan týdning fyri føroyingar.
- Liviumstøðurnar í Føroyum fram til kríggið gjørdu tað torført at yvirliva, sigur Atli og vísir á tað fantastiska í, at føroyingar við sínum andaliga tilfeingi eiga fleiri hillar av kvæðum, sum einstaklingar kvóðu í 18. øld.
- Fólk við skili fyri máli, t.d. Svabo, kolldømdu málið, men tað hevur havt nógv at siga fyri føroyska samleikan. Sjálvandi vil eg at tónleikurin skal styrkjast, men tað er upp aftur týdningarmiklari, at málið verður styrkt, tí føroyingar kunnu ikki sammetast við amerikanarar og týskarar, tá íløgur í bøkur o.t. skulu gerast, heldur Atli.
Hann viðgongur við einum smíli, at hann er radikalur, tá tað kemur til málnýtslu, og spyr hví føroyingar heldur siga tað grikska helikopter enn tyrla ella biologi og bróta fleiri ljóðreglur, tá tað ber til at siga lívfrøði. So kundi vit eins væl sagt biology eftir enskari úttalu, sigur Atli, og heldur hesa úttaluna líkjast meira føroyskari.
Hann hevur valt at tosa føroyskt við børnini hjá sær, og tað er meira enn so komið fyri, at tey hava brúkt meira føroysk orð, enn børnini ella fastrarnar í Fuglafirði. Atli mátti tó viðganga, at hann var farin dekan ov langt, tá hann heldur hevði lært tey at siga fjarrøðil enn telefon, tí tað segði eingin í Føroyum. Men børnini, sum tosa týskt við mammu sína, dámdu betur fjarrøðil.
- Mál eru kanska sum rúmdin. Í fyrstuni kom eitt nýtt mál hvørt 10. ár, men nú hvørva tey so við og við. Tað hevur sostatt einki við mentan, men við makt at gera. Uttan mál er einki. Heldur ikki tónleikurin, tí mentanin hjá menniskjum tók seg ikki fram, fyrr enn hon fór at tosa og abstrahera. Spurningurin er, um menniskjan dugdi at byggja eini hús, áðrenn hon dugdi at siga hús, hugleiðir Atli og vísir á, at kanningar vilja vera við, at likamligar kanningar vilja vera við, at fortreytin fyri, at menniskjan kundi tosa var, at hon fór at ganga uppreist.