Víkingur fær klokkan 15 vitjan av EB/Streymi, sum í ólavsøkuumfarinum vann 3-1 á Skála og við tí sigrinum lyfti seg burtur úr botninum.
Ta ferðina var hjálparvenjarin Arnbjørn Hansen millum teir fyrstu ellivu, og hann skoraði beinanvegin leiðslumálið, sum var sera týdningarmikið fyri gongdina og úrslitið.
Tíggju minuttir undan steðginum noyddist Arnbjørn Hansen av vøllinum, og hann verður ikki við í dag. Tað er stutt millum, at vøddaskaðararnir arga, men tað man vera lítið at ivast í, at Arnbjørn einaferð seinni í ár fer at skora aftur. Um tað eydnast, so fer hann framvið Jákupi á Borg á toppskjúttaralistanum.
Eingin ger nakað við Klæmint A. Olsen, sum er ovastur við 195 málum. Jákup á Borg og Arnbjørn Hansen hava skorað 153 mál.
Umframt Arnbjørn Hansen eru Petur Zachariasen og gøtumenninir í EB/Streymi Magnu Jarnskor og Fannhard Skoradal skaddir. Bárður Olsen var á Skála fyri fyrstu ferð síðani 2011 á vøllinum fyri barndómsfelagið. Hann verður millum teir fyrstu ellivu ídag.
Hjá Víkingi eru allir spælararnir tøkir. Tá ið liðini fyri seks vikum síðani hittust í Streymnesi vann Víkingur 2-0.