Málið nógv tódnað

Nú er greitt, at dómarnir í stóra rúsevnismálinum, sum hevur verið fyri Føroya rætti seinastu dagarnar, verða sagdir 7. mai. Løgreglan hevur havt fimm mans á sakini burturav seinasta hálva árið, og nú hómast endin á málinum, sum ikki hevur somu dimensiónir sum tá tað byrjaði

Stóra rúsevnismálið er av á hesum sinni. Tað byrjaði fríggjadagin í farnu viku og hevur vart til klokkan ellivu í dag, mikudagin. Á rættarfundunum eru ákærdu hoyrd og spurd av bæði ákæra og verja, upptøkur frá búðstøðum vórðu spældar av og vitni hava verið inni og givið frágreiðing.
Tað næsta sum hendir í málinum verður mánadagin 7. mai, tá dómarnir verða sagdir.
Inntil tað tíð fara verjar og ákæri at fáa seinastu tingini uppá pláss. Greitt er nú, at einstakar ákærur detta burtur, so eisini skal staðfestast, hvussu stórar mongdir av rúsevnum talan er um.

Síggja ikki skógin fyri trøum
Ákærin Linda Hesselberg sigur, at sakin umfatar ikki undir 200 gramm av amfetaminm meðan ein av verjunum í rættinum í dag vísti á, at síðani málið byrjaði er tað nógv tódnað.
– Upprunaliga tosaðu vit um fleiri kilo av hassji og eitt hálvt kilo av amfetamin, men nøgdirnar eru so nógv minni nú síggja vit, segði hann í Føroya rætti í morgun.
– Tað tykist sum um, at løgreglan er fullkomiliga upp at koyra í hesum málinum og nú ikki sær skógin fyri trøum, førdi verjin fram.
Løgreglan hevur arbeitt við sakini í langa tíð, og hevur seinasta hálva árið hava fimm fólk arbeitt við hesum burtur av. Arbeiðið hevur verið ógvuliga umfatandi og í samstarvi við donsku løgregluna, og við loyvi frá rættinum í Thisted í Danmark eru avlurtingar eisini gjørdar.
Upprunaliga vóru fleiri enn 70 ákærur móti 30 ára gomlu kvinnuni og teimum trimum monnunum, sum er 33, 22 og 20 ára gamlir. Nakrar ákærur eru dotnar burtur nú, og til ber eisini at staðfesta, at málið ikki hevur somu dimensiónir nú, sum tá tað byrjaði. Men revsast skulu tey fýra ákærdu, og hvørjir dómarnir verða fæst svar fyri mánadagin 7. januar.